, ,

Heri heiðraður av ÍSF á Herm Island

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Miðlafólkini, sum eru við á Oyggjaleikunun á Guernsey, vórðu boðin til døgurða úti á Herm Island, sum liggur 10 minuttir við báti, frá Guernsey Island og her reisti John Kjær seg upp og hevði eina røðu, har ÍSF ynskti at heiðra eina ítróttareldsál. Sjálvandi bleiv okkara egni Heri Simonsen heiðraður. Her er røðan, sum John hevði.
Hjartaliga tillukku Heri.

Nú Oyggjaleikirnar eru, varð fríggjakvøldið skipað fyrihugnaligari løtu á Herm, har tey føroysku fjølmiðlafólkini, ið eru við á Guernsey, og umboðini fyri Ítróttasambandið hittust.

Tað er siðvenja at hetta er táttur í Oyggjaleikunum.

Hesa ferð varð gjørt av at hittast kvøldið undan, at leikirnir byrjaav álvara, og øll, bæði fjølmiðlafólk og ÍSF umboð, fara í hvørsína ætt at røkja tær uppgávur tey hava, og tí møguliga ikkisíggjast aftur fyrr enn leikirnir eru loknir.

Á hugnaløtuni varð Heri Simonsen, fjølmiðlamaður við serligumtokka til ítrótt, heiðraður við gullnál ÍSF.

Gullnálin verður m.a. givin teimum, ið hava gjørt eitt munagottarbeiði til frama fyri føroyska ítrótt. 

Heri hevur gjøgnum nógv ár skrivað, varpa út og greitt fráføroyskari ítrótt. Við ótroyttandi ágrýtni hevur hann greitt frástórum og smáum, fingið fólk inn í útvarpsstovuna at siga frá og sjálvur leita sær út fyri at nema sær størri kunnleika um hvatfyriferst innan ítróttaheimin.

Hann hevur varpað ljós á tað, ið fyriferst hjá ymsuítróttagreinunum, og hevur eisini verið við at bera út kunnleikanum strategiina hjá ÍSF fyri komandi árini, har fremstu málini eru,at øll skulu við, at fjálgast skal um sjálvboðin, at styrkjaúrvalsumhvørvini og at ítróttagleði er fyrst og fremst. Við prátumvið fyriskiparar og ítróttafólk hevur hann millum annað vakt ansfyri Skúlaleikum og Føroyaleikum.

Heri hevur við ídni sínum økt um kunnleikan til føroyska ítrótt. Ikki bert í Føroyum, men eisini uttan fyri landoddarnar. Hannhevur í arbeiði sínum fingið nógvar útlendskar vinir og kenningar, eisini í oyggjaleikahøpi, og hevur tí kunna sagt teimum frá, hvatfyriferst í Føroyum, eins og hann hevur borið okkum tíðindi og søgur frá oyggjaleikavinum okkara.