Heri Hjalt Mohr: – Hópurin hjá HB er mentalt ótrúliga væl fyri
10.08.2026Aftaná 2-0 (1-0) sigurin hjá HB á KÍ norðuri í Klaksvík fekk Trygvi Absalonsen orðið á Hera Hjalt Mohr hjá HB. Heri heldur, at HB hevði gott tamarhald á dystinum í kvøld, har tað gekk eftir teirra ætlan. Heri staðfestir, at hópurin hjá HB er mentalt ótrúliga væl fyri aftaná fimm sigrar á rað í Meistaradeildini.