Herleif heldur fram sum stjóri á Tjóðsavninum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett Herleif Hammer sum stjóra á Tjóðsavninum. Tað boðar Almanna- og mentamálaráðið frá.

Herleif Hammer hevur verið stjóri á Tjóðsavninum í áramálssettum starvi síðan 1. august 2017. Í oktobur 2024 varð starvið lýst leyst, men nú sum fast starv við setan frá 1. januar 2025.

Herleif Hammer er útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti. Harumframt hevur Herleif Hammer leiðsluútbúgving og drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum rektari á táverandi Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Herleif Hammer er formaður í føroysku UNESCO-nevndini.

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum er framhaldandi at menna Tjóðsavnið sum eitt viðkomandi og spennandi savn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking og vitan.

Stjórin skal standa á odda fyri og varða av virksemi stovnsins, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingar á økinum.