Herverk umborð á báti á Skála

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Løgreglan fekk í gjár boð um, at onkur hevði framt herverk umborð á einum báti á Skála, sum stóð uppi á landi, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt við bátin. Tó er ikki talan um arbeiði á Mest á Skála.

Viðkomandi, ella tey, sum hava framt herverk umborð á bátinum, hava brotið ymiskt umborð, men hava eisini tveitt gráa og bláa máling um seg umborð.

Løgreglan vil gjarna hoyra frá fólki, sum møguliga hava sæð okkurt illgrunasamt á staðnum, ið hevur gingið fyri seg einaferð millum seinnapartin hósdagin og til á middegi í gjár, tá herverkið varð fráboðað.

Báturin stendur við Stórhúsveg á Skála, sum er beint við síðuna av skipasmiðjuni á Skála.