,

Hervør spyr um tær mongu oljudálkingarnar á landsvegunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi, Hervør Pálsdóttir, hevur sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um oljudálking á landsvegum.

Hon vil hava at vita, hvørjar avleiðingar slík dálking hevur fyri tey, sum eri orsøk til hana, og hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at olja kemur á vegirnar.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hervør Pálsdóttir á, at fleiri ferðir seinastu mánaðirnar hevur ferðslan verið tarnað av oljudálking á landsvegum. Landsverk hevur tá havt ábyrgdina av at vaska oljuna burtur.

Fyrispurningurin er settur sambært grein 52a í Tingskipanini.