Hesaferð avgjørdi Neistin beinanvegin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingini kvinnur
Neistin – EB 28-17 (17-6)

Ein dystur var í steypakappingini hjá kvinnum í dag millum Neistan og EB. Hesi liðini spældu eisini í landskappingini fyrr í vikuni, og eins og tann dystin, vann Neistin í dag við ellivu málum.

Kortini var stórur munur á dystunum, tí í dag avgjørdu neistakvinnur dystin beinanvegin. 6-0 stóð á máltalvuni, tá ið tíggju minuttir vóru spældir, 11-2 tá ið 20 minuttir vóru spældir, og í steðginum var 17-6 til Neistan.

Í seinna hálvleiki helt munurin sær á umleið tíggju málum, og Neistin vann dystin 28-17.

Fyri Neistan skoraðu Anna S. Mikkelsen, Birna. Eyðunardóttir og Hervør Niclasen fýra mál hvør. Hjá EB skoraði Sanja Pajic fimm mál.

Dysturin á Handballstatz

Dómaraseðil

Stigatalva Faxe Kondi steypakappingini Kvinnur bólkur 2

DystirVunnin málTapt málMunurStigStig
Neistin1281711216
EB11728-1107
StÍF000006
Stjørnan000004
Kelda: hsf.fo