Hesar átjan verja Merkið í EM-endaspælinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsliðsvenjararnir hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava valt sær átjan leikarar at hava við til EM-endapælið í Sveis, sum verður spælt seinast í novembur og fyrst í desembur.

Við aftur í hópinum eru Marita Mortensen, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Brynhild Pálsdóttir.

Hesar átjan eru við í hópinum. Sekstan leikarar eru við hvønn dyst.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (Danmark)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (Danmark)

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (Danmark)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Strikur:
Pernille Brandenborg, København Håndbold (Danmark)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin

Bakkar:
Elsa Egholm, H71
Lukka Arge, H71
Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (Danmark)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (Danmark)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (Danmark)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)
Marita Mortensen, HØJ (Danmark)

Føroyska liðið savnast aftur tann 18. novembur til venjingar í Føroyum. Fríggjdagin 22.- og leygardagin 23. novembur spæla er venjingardystir móti ligalandsliðnum hjá Svøríki. Hesir verða ávikavist í Klaksvík og á Skála, báðar dagarnar kl. 18.00.

Mikdagin 27. novembur ferðast liðið til Basel í Sveis, og dystirnir í EM-endaspælinum eru hesir:

  • Fríggjadagin 29. novembur klokkan 17.00: Sveis – Føroyar
  • Sunnudagain 1. desembur klokkan 14.30: Kroatia – Føroyar
  • Týsdagin 3. desembur klokkan 17.00: Føroyar – Danmark