FM1 fylgir EM-dystinum millum Sveis og Føroyar
FM1 fylgir gjøgnum dagin tí, sum hendir her í Basel í Sveis, har føroysku hondbóltskvinnurnar klokkan 17.00 spæla EM-dyst móti Sveis, sum er eitt av vertslondunum í EM-endaspælinum. Føroysku viðhaldsfólkini møtast til upphiting tríggjar tímar áðrenn dysturin byrjar.
Hagtøl frá dystinum síggjast á heimasíðuni hjá EHF
- Klokkan 18.39
Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D,
Sveis -Føroyar 28-25 (13-7)
Føroysku kvinnurnar spældu ein rimmar seinna hálvleik og vóur sera nær við at fáa Sveis aftur.
Allir nevar, sum tyktust at ávirkað spælið nógv í fyrra hálvleiki, vóru burtur, og Føroyar át seg spakuliga inn á Sveis.
Serliga Jana Mittún og Pernille Brandenburg gingu á odda, og tá ið Rakul Wardum kom inn í málið og hevði nakar sera góðar bjargingar gjørdist veruliga spennadi.
Høllin kókaði, tá ið Jana Mittún eftir skjótálop minkaði til 25-24. Tíverri eydnaðist ikki at koma nærri, og tá ið Føroyar fóru fram at verja, varð endin, at Sveis vann dystin 28-25.
Føroysku kvinnurnar kunnu veruliga vera stoltar av seinna hálvleiki, og hann gevur góðar vónir til næsta dyst, sum verður móti Kroatia sunnudagin.
- Klokkan 17.41
Føroyar spældu vánaligan fyrra hálvleik
Hálvleiksstøðan: Sveis – Føroyar 13-7
Føroyar fingu ongantíð álopsspælið at rigga í fyrra hálvleiki. Tað gekk tó ein løta, áðrenn Sveis fór frá Føroyum, tí føroyska 5-1-verjan stóð væl, og í málinum stóð Annika Petersen eisini væl .
Føroysku leikararnir høvdu sera torført við at koma í gjøgnum verjuna hjá Sveis og gjørdu eisini nógvar villur. Tað gav Sveis nógv skjótálop, og so fór Sveis frá Føroyum og kom fram um 7-2, tá ið 17 minuttir vóru spældir.
Tað eydnaðist tó Føroyum at steðga góðu gongdini hjá Sveis, og tað var fyrst og fremst góða verjuspælinum at takka. Og inni í málinum helt Annika Petersen fram at standa sera væl.
Tað riggaði eisini væl hjá Føroyum at spæla 7 móti 6, og Føroyar megnaðu at skora nøkur mál. Hálvleiksstøðan er 13-7 til Føroyar.
- Klokkan 16.20
Nú nærkast, og leikararnir eru farnir at hita upp.
- Klokkan 14.30
Fjepparatiltakið í Basel er byrjað
Fjepparatiltakið í Hoose of Fans beint við St. Jakobshøllina er byrjað. Her eru nakrar myndir.
- Klokkan 12.10
Hesar byrja á vøllinum í kvøld
Simon Olsen, hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur júst sagt miðlunum, hvør fer at byrja á vøllinum í kvøld móti Sveis
Í álopinum verður liðið hetta:
Málverji: Annika Fríðheim Petersen
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Høgri bakkur: Elsa Egholm
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg
Millum álop og verju verður ein útskifting. Inn í verjuna kemur Brynja Høj fyri antin Súnu Krossteig Hansen ella Janu Mittún, alt eftir hvør er nærri beinkinum.
So verjan verður hendan:
Turið Arge Samuelsen
Jana Mittún/Súna Krossteig Hansen
Pernille Brandburg
Brynja Høj
Elsa Egholm
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Hinar, sum eru við í dagsins dystir eru::
Rakul Wardum, Ringkøbing (málverji)
Maria Pálsdóttir Nólsoy
Lukka Arge
Brynhild Pálsdóttir
Rannvá Olsen
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
Bjarta Osberg Johansen
Marita Mortensen
Lív Bentsdóttir Zachariasen og Bjørk Franksdóttir Joensen verða ikki í dagsins dysti.