Hesar spæla fyri Føroyar móti Kroatia

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D, Klokkan 14.30
Kroatia -Føroyar

Simon Olsen, hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur júst sagt miðlunum, hvør fer at byrja á vøllinum í kvøld móti Kroatia

Í álopinum verður liðið hetta:

Málverji: Annika Fríðheim Petersen
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg

Millum álop og verju verður ein útskifting. Inn í verjuna kemur Brynja Høj fyri antin Súnu Krossteig Hansen, Janu Mittún ella Mariu Pálsdóttir Nólsoy, alt eftir hvør er nærri beinkinum.

So verjan verður hendan:

Turið Arge Samuelsen
Pernille Brandburg
Brynja Høj
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Tvær av Janu Mittún, Súnu Krossteig Hansen og Mariu Pálsdóttir Nólsoy

Hinar, sum eru við í dagsins dystir eru::

Rakul Wardum, Ringkøbing (málverji)
Elsa Egholm
Brynhild Pálsdóttir
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
Bjarta Osberg Johansen
Marita Mortensen
Lív Bentsdóttir Zachariasen
Bjørk Franksdóttir Joensen

Lukka Arge og Rannvá Olsen verða ikki í dagsins dysti. Lukka Arge er vanliga fyrsti brotskastskjútti, men av tí hon ikki er við, so verður tað helst Pernille Brandenburg, sum tekur fyrsta brotskastið.