Hesi fáa Listafólkaløn komandi trý árini

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað verða Marjun Syderbø Kjelnæs, Hanni Julius Bjartalíð og Dánjal Dam á Neystabø, sum í ár fáa listafólkalønirnar frá Mentanargrunni landsins.

Hesum boðar Mentanargrunnurin frá í dag.

Listafólkalønirnar verða latnar listafólki, soleiðis at tey í trý ár kunnu arbeiða við sínari list burturav – í hesum førinum við bókmentum, myndlist og tónlist. Listafólkalønin svarar til eina læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

Mentanargrunnurin sigur, at inn komu 23 umsóknir, og at flestu teirra vóru á einum sera høgum listaligum stigi.

Um Marjuna Syderbø Kjelnæs sigur bókmentaliga faknevndin:

“Marjun Syderbø Kjelnæs er ein av okkara virknastu høvundum, sum hevur givið dygdargóðan skaldskap út í 20 ár. Hon er vorðin viðurkend fyri sínar skaldsøgur, yrkingasøvn og leikir. Hon hevur vunnið virðislønir og hevur gjørt vart við seg bæði heima og altjóða. Seinast eru hennara verk Karmageitin og Gentukamarið tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon hevur framman undan roynt nýggjar leiðir við listarligum samstørvum við m.a. tónleikaranum Eivør Pálsdóttir og filmsleikstjóranum Sakaris Stórá. 

Marjun Syderbø Kjelnæs hevur arbeitt yrkisliga við skriving seinasta árið, og mett verður, at framsøknu ætlanir hennara um m.a. triðja verki í triologiini fara at bera á mál.”

Í nevndini sótu: Óluva Klettskarð og Sámal Soll.

Um Hanna Julius Bjartalíð segði myndlistaliga faknevndin:

“Hanni Julius Bjartalíð er serkendur listamaður á høgum listaligum stigi. Hann hevur eittafturkenniligt úttrykk, sum hann hevur støðugt ment og dýpt í fleiri áratíggju. Hanni Bjartalíðhevur rannsakað tilfar og tilgongdir og hevur haldgóðar royndir í at mála, prenta, tekna, gerarelieff og standmyndir, bæði smáar og stórar. Hansara ætlan er at menna eitt monumentalt,skulpturelt myndamál við støði í abstraktum myndamáli. Lýsta menningin av monumentalumskulpturum er áhugaverd og slóðbrótandi í føroyskum høpi og hevur altjóða dygdir”.

Í nevndini sótu: Solveig Hanusardóttir Olsen og Dagmar Malena Winther.

Um Dánjal Dam á Neystabø segði tónlistalig faknevnd:

“Dánjal D. Á Neystabø er nærlagdur, umhugsin og effektivur. Listaliga eru hansara avrik á einum høgum støði, og hansara ætlanir eru sera spennandi. Eisini her er talan um bæði tvørlistaligt, og tvørfakligt arbeiði, ið bendir á framskygni og evni til at flyta mørk. Her er eisini talan um samarbeiði sum koblar Føroyrar saman við útheimin. Dánjal D. Á Neystabø virkar til at hava nógv uppá hjarta, og hevur víst við sínum undanfarnu avrikum at tað er talan um haldfastar og gevandi útgávur bæði til børn og vaksin, og ofta øll í senn! Hetta prógvar at hann er førur fyri at skapa list við høgum listaligum virði og góðsku sum ríkar um okkara mentan”.