Leygarkvøldið klokkan 20.00 skipar Ítróttasamband Føroya fyri Ítróttafagnaðinum 2025 í Løkshøll
Á Ítróttafagnaðinum verða tey bestu í føroyskum ítrótti í 2024 vald. Eisini verður Heiðursskjal Poul E Petersen latið.
Ítróttafagnaðurin er eitt stórfingið alment tiltak, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá KvF.
Ítróttasamband Føroya skipaði í 2019 fyri fyrstu ferð fyri Ítróttafagnaðinum, og eru ítróttafólk og onnur heiðraði á hvørjum ári síðan.
Heiðurslønirnar hava verið nøkulundu teir somu øll árini, men í fjør vórðu smáar tillagingar gjørdar. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tey, sum eru heiðrað hesi árini.
Klokkan 14.00 í dag hevur FM1 eina sending um Ítróttafagnaðin 2024.
Les eisini grein um, hvørji eru í uppskotið at vinna ársins ítróttaheiðrar
ÍtróttaFagnaður vinnarayvirlit
Síðan Ítróttasamband Føroya í 2019 skipaði ársins ítróttaheiðrar í fasta legu á ársins Ítróttafagnaði, er hesi ítróttafólk og ítróttaleiðarar heiðrað:
ÍtróttaNAVN
- 2018 Torkil Veyhe, súkkling
- 2019 Sverri Sandberg Nielsen, rógving
- 2020 Sverri Sandberg Nielsen, rógving
- 2021 Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltur
- 2022 Hákun West á Teigum, hondbóltur
- 2023 A-landsliðið hjá monnum í hondbólti
ÍtróttaSTJØRNUSKOT
- 2019 Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltur
- 2020 Samuel Johansen Chukwudi, fótbóltur
- 2021 Elisabeth Erlendsdóttir, svimjing
- 2022 Óli Mittún, hondbóltur
- 2023 Jónas Gunnleivsson Isaksen, frælsur ítróttur, renning
ÍtróttaÁTAK
- 2018 Flogbørn, Flogbóltssamband Føroya
- 2019 Eydnudeild Føroyar, Hondbóltur
- 2020 Faroe Islands Handball Cup, Vágur
- 2021 Fótbóltsskúlin við Stórá, Trongisvágur
- 2022 Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB
ÍtróttaFELAGSSKAPUR
- 2019 Taekwondosamband Føroya
- 2020 Hondbóltssamband Føroya
- 2021 Føroya Styrkisamband
- 2022 Fótbóltsfelagið Víkingur
- 2023 Sandoyar Ítróttarfelag B71
ÍtróttaFYRIMYND
- 2019 Høgni Kunoy Dávason, taekwondo
- 2020 Gurið Krosslá Augustinussen, hondbóltur
- 2021 Brynjar Poulsen, fótbóltur
- 2022 Jógvan K. Glerfoss, Frælsur ítróttur
ÍtróttaELDSÁL
- 2023 Eyðdis Ellendersen, fótbóltur, TB
ÍtróttaVENJARI
- 2023 Heri Ziska, frælsur ítróttur
ÍtróttaSÓLSTRÁLA
- 2023 Jóhanna Østerø og Gyða B. Djónadóttir, hondbóltur
Heiðursskjal Poul E. Petersen
- 29. desembur 2001 Birgit Hestoy, svimjing
- 29. desembur 2001 Niels Jákup Jakobsen, frælsur ítróttur
- desembur 2002 Kaj Aage Troest, fimleikur
- 27. oktobur 2004 Jógvan á Lað, fótbóltur
- 5. mai 2018 Guttormur Sørensen, frælsur ítróttur
- 1. februar 2019 Peter Hentze Niclasen, borðtennis
- 28. desembur 2019 Súsanna Ussa Krossteig Hansen, hondbóltur
- 13. februar 2021 Jóhanna Troest, fimleikur
- 5. februar 2022 Jákup Mortensen, fótbóltur
- 4. februar 2023 Hansina á Plógv, kappróður
- 10. februar 2024 Jan Günther, judo