Sjey kvinnur og átta menn fara at kappast fyri Føroyar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum.
Tey eru við í renning, lopi og kasti. Hamarkast og diskuskast eru ikki við hesaferð, tí einki kastibúr er á staðnum.
Hjá kvinnunum hevur Maria Biskopstø góðan møguleika á 400 metum og á 400 metra rimarenning. Hon hevur bøtt um føroyska metið í fleiri umførum á báðum teinum. Eisini eru vónir til, at Margit Weyhe Fríðmundsdóttir kemur í finaluna í 400 metrum.
Eisini er vert at halda eyga við Oddvør Josephsen, sum hevur bøtt nógv um metini á 100 metrum og 200 metrum. Hon er nú á tíðum, sum kunnu geva heiðusmerki. Mett verður eisini, at kvinnurnar hava góðan møguleika fyri heiðursmerki í boðrenning á 4X100 metrum og 4X400 metrum.
Í hæddarlopið eru góðar vónir, at Teresa Bláhamar fær heiðursmerki, tí hon hevur vunnið bronsu tveir oyggjaleikir á rað. Í hæddarlopið er eisini góðar vónir til Elisabet Holm, sum bert var 2 cm frá bronsumerkinum á Guernsey.
Í spjótkasti eru góðar til Sunnivu Bogadóttir. Hon vann silvur á Guernsey.
Hjá monnunum eiga Jónas Isaksen og Dánjal Ljósheim bestu tíðirnar í 400 metra renning. Jónas Isaksen hevur eisini góðan møguleika at endurvinna gullið á 200 metrum, hóast hann ikki er styrkismettur fremstur.
Eisini verður mett, at Andreas Bjarnastein Antoft hevur góðan møguleika at kappast um heiðursmerki í 110 m rimarenning.
Á 4×400 metrum vunnu føroyingar silvurmerkið seinast, og har eru Dánjal Ljósheim, Jónas Isaksen og Tummas Sjóvará aftur við, so við einum væluppløgdum Andreas Bjarnastein Antoft ella Tóri Morten afturat, er væl møguligt, at teir aftur enda á pallinum.
Í longdarlopið er Tórur Mortensen favorittur at vinna gull. Hann styrkismettur sum tann besti.
Á longru renniteinunum eru Rógvi Kárason, Neli Heldarskarð og Rutt Gregersen við fyri fyrstu ferð, meðan Julian Gregersen er við aftur.
Størstu vórnirnar eru til Julian Gregersen á 5000 metrum, og mett verður eisini, at Julian Gregersen saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð kunnu gera seg galdandi sum lið í hálvtmarathon.
Oyggjaleikirnir byrja nú leygardagin.
Her er føroyski luttakaralistin í Frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum
(Trýst á listan, fyri at gera hann størri)

