Mattias Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, René Shaki Joensen og Meinhard Olsen koma inn á landsliðið í kvøld, tá ið Føroyar spæla móti Montenegro á útvølli.
Landsdysturin móti Montenegro byrjar klokkan 19.45.
Trygvi Absalonsen frá FM1 er staddur í Montenegro, og sigur frá dystinum á FM1 klokkan 19.45. Undansendingin byrjar klokkan 19.00.
Trygvi hevur fylgt undanvenjingunum til dystin, og hansara boð upp á teir, sum byrja á vøllinum eru hesir:
Málverji
Mattias Lamhauge
Í verjuni:
Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen
Á miðvøllinum:
Hanus Sørensen, Brandur Olsen, René Shaki Joensen, Meinard Olsen
Í álopinum:
Petur Knudsen