Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jens Meinhard Rasmussen stjóri á Smyril Line hevur sent soljóðandi tíðindaskriv til miðlarnar í sambandi við arbeiðsvanlukkuna umborð á Glyvursnes, har ein maður í 30’árunum lat lív.

Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld. Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð.

Hinir báðir eru á sjúkrahúsi undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran.

Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp.

Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi.


Les eisini:

Ein maður lat lív og ein er illa skaddur umborð á Glyvursnesi

Spreinging í maskinrúminum á Glyvursnesi