LGBT+ Føroyar fegnast í tíðindaskrivi um, at Tórshavnar kommuna hevur valt at mála útyvir herverkið, sum er gjørt á ælabogavegin uttanfyri Gundadalshøllina. Tað merkir, at ælabogavegurin fer at vera har nakað longri enn upprunaliga ætlað, sigur LGBT+ Føroyar.
Vegin varð málaður í Pride-vikuni í samstarvi við kommununa, og LGBT+ fegnast um, at borgarstjórin Elsa Berg var við at mála ælabogan . Tað sendi boð um, at Tórshavnar kommuna vil vera ein kommuna fyri øll, eisini LGBT+-persónar, siga tey.
Men longu sama kvøld, sum Faroe Pride 2025 var, byrjaði herverkið. Ókvæmisorð og ágangur hava síðan merkt vegin. LGBT+ Føroyar kallar hetta beinleiðis álop á ein minnilutabólk, og vísir á, at LGBT+-fólk eru meira útsett fyri happing og sálarligum trýsti.
Tey siga, at hetta ikki eigur at góðtakast í 2025. Herverkið vísir, at vit enn hava langt eftir á mál, og at Faroe Pride og ælabogavegurin eru líka umráðandi sum áður.
Faroe Pride 2025 var tann størsta nakrantíð, sigur LGBT, men stríðið er ikki vunnið siga tey.
– Føroyar skulu vera fyri øll – eisini LGBT+-persónar, endaði tey tíðindaskrivið við.
