Hevði mist koyrikortið og koyrdi við kenning

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Beint fyri klokkan tvey í nátt kannaði løgreglan í Havn ein bilførara, tí illgruni var, at hann koyrdi við kenning. Vakthavandi sigur við Portal.fo, at tað vísti seg, bilførarin var sjónliga ávirkaður.

Men har steðgar søgan ikki, tí tað vísti seg eisini, at viðkomandi ikki hevði nakað koyrikort. Hetta hevði hann mist frammanundan fyri einari tíð síðan.

Tí verður bilførarin, umframt at verða skuldsettur fyri at koyra við kenning, skuldsettur fyri at hava koyrt bil í frádømingartíðini, og tað kann gerast ein dýr søga, tí bótin fyri hetta er umleið 5.000 krónur.

Harumframt kann hann eisini vænta sær, at nú verður upp aftur longri til hann fær koyrikortið aftur.