Løgreglan fekk í gjár eina heldur øðrvísi fráboðan.
Nakrir óvitar í Vágunum høvdu verið og fiskað krabbar, tá teir hildu seg síggja eina bumbu á sjónum.
Ein av dreingjunum bant hesa “bumbuna” fasta og slapp sær síðani avstað fyri at boða løgregluni frá. Løgreglan var skjót á staðið og kundi tíbetur staðfesta, at “bumban” var nakrir rustaðir tendriproppar.
-Hesir fittu smádreingirnir vóru sannførdir um, at teir høvdu funnið eina bumbu. Og rætt gjørdu teir í at siga frá, tí tað betri at siga frá og finna útav, at tað einki hevur upp á seg enn umvent, sigur vakthavandi og vísir á, at í farna mánaði komu fólk fram á nakrar minur uttan fyri Lamba.
Annars var talan um ein rættiliga friðarligan dag hjá løgregluni. Seinnapartin var løgreglan og flutti ein útlending á flogvøllin, sum skuldi útvísast. Útlendingurin var tikin fyri spirituskoyring 11. Juni, hevði fingið dóm 26. Juni, og hann skuldi tí útvísast.
Harumframt var løgreglan og kannaði umstøðurnar hjá nøkrum rossum í Havn og nøkrum neytum í Vestmanna, eftir at fólk høvdu ringt inn og sagt frá, at tey hildu at djórini vóru fyri vanrøkt. Umstøðurnar hjá djórunum vóru kortini í lagi, sigur vakthavandi, og meira verður ikki gjørt við málið.