Tað ræður um at finna svimjiklæðini, sólkremið og grillina fram til vikuskiftið, tí veruligt góðveður rakar Føroyar seinnapartin leygardagin, og verður liggjandi í nakrar dagar.
Veðurstova Føroya sigur, at hann lækkar niður í sunnan og frá leygardegnum verður eysturætt við flógvum ráki av suðri og eystri.
Seinnapartin leygardagin klárnar, og hitin fer í støðum vestanfyri og norðanfyri upp í 18 stig, har tað verður heitast.
Sunnudagin rakar so verulig hitabylgja Føroyar við lítlum loti av landssynningi og eystri. Seinnapartin fer hitin vestanfyri og norðanfyri upp um 20 stig, og heilt upp í 23 stig, har tað verður heitast. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki.
Góðveðrið heldur fram mánadagin og týsdagin. Hann hækkar upp í lítð lot á eystri og landnyrðingi. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki. Hitin verður 15 til 20 stig.
Mikudagin verður kaldari aftur.
Niðanfyri sæst ein mynd, sum vísir hitalagið klokkan 13.00 sunnudagin. Sum sæst fer hitin vestanfyri og norðanfyri upp í appilsingula teigin, sum merkir yvir 20 hitastig (Kelda yr.no)
