Hitta semingsmannin klokkan 10

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Nú verkfall hevur verið í tríggjar vikur, tykist sum røringur er komin í og partarnir hava hug aftur at fara til samráðingarborðið.

Formennirnir í teimum fýra feløgunum, sum hava verið í verkfalli í tríggjar vikur, sendu á døgverða í gjár eina yvirlýsing út, har tey søgdu, at tey eru sinnaði at fara aftur til samráðingarborðið.

Føeoya Arbeiðsgevarafelag hevur eisini sagt, at tey eisini eru til reiðar at taka samráðingarnar uppaftur.

Semingsstovnurin tók partarnar uppá orðið og hevur kallað feløgini á fund fyrrapartin.

Á fyrsta fundinum fer semingsmaðurin at lodda dýpið fyri at vita um partarnarir eru sinnaðir at flyta seeg, so hann kann koma við einum semingsuppskoti.