

Hjálparvenjarin: – Ikki nakar perfektur dystur – men nógv at gleðast um
14.05.2026Í samrøðu við Pætur Nolsøe helt hjálparvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen aftaná 24-22 (12-10) útisigurin á Bosnia Hersogovina, at tað var ikki nakar perfektur dystur, men har vóru nógvir lutir at gleðast um, serliga málmansspælið og verjuspælið. Hjalti heldur, at álopsspælið í løtum var gott, men tað bleiv brent ov nógv, og tað má bøtast um. Nú gleðir Hjalti seg til at hava eina heimafjøld í ryggin við Tjarnir, leygarkvøldið klokkan 19.

Hondbóltur (ljóð)
FM1 sigur frá heimligu hondbóltskappingini eins og vit eisini fylgja við føroyskum spælarum uttanlands


