

Hjálparvenjarin: Lítið ivamál um Elias
08.05.2024Í kvøld, mikukvøldið klokkan 19, spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrra HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia í høllini á Hálsi í Havn. Í sendingini, Á Sýnini, hoyrdu vit tað seinasta úr landsliðsleguni undan landsdystinum í kvøld, tá ið prátað varð við hjálparvenjaran hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Julian Johansen. Samrøðan kann hoyrast her: Dysturin í kvøld er fyrri dysturin millum londini, og returdysturin verður spældur í Skopje sunnukvøldið klokkan 18. Samlaði vinnarin av hesum dystunum vinnur seg víðari til HM-endaspælið í Noregi, Danmark og Kroatia, ið verður hildið í januar komandi ár. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum, og Andrias Eriksen verður viðmerkjari. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 18.10.
