Seinasta vikuskifti var spælt um føroyameistaraheitið í tennis í Gundadali.
Hjalti Mohr Jacobsen vann sítt fyrsta FM-heiti, tá ið hann í eini drúgvari og spennandi finalu vann á Jón Brekku við settúrslitinum 7-5, 6-4.
Kvinnufinalan endaði við einum sannførandi sigri til Fridu Holm Jacobsen, sum vann 6-0; 6-3 á Rúnu Seyer Eliassen. Hetta var fyrstu ferð, Frida var í FM-finalu.
Í B-finaluni hjá monnum vann Magnus Reimar í Króki á Róa av Fløtum 6-2; 6-4.
Kvinnurnar í B-finaluni, Barbara á Rógvi og Ása Dam á Neystabø, leiktu ein spennandi. Barbara vann við 6-4; 6-4.



