Lutakast til HM-endaspælið í mansfótbólti í USA og Kanada í 2026 verður í dag klokkan 11.00.
48 lond verða við í HM-endaspælinum, og av hesum verða 16 lond úr Evropa.
Tey 54 evropeiskum londini verður býtt í tólv HM-undanbólkar, seks bólkar við fimm londum og seks bólkar við 4 londum.
Føroyar eru styrkismettar í styrkisbólki 4, og tað tykist greitt, at flestu føroyingar ynskja, at Føroyar koma í ein bólk við fimm londum, so vit fáa eitt verri styrkismett lið í okkara bólk, so møguleikin er betri at fáa stig.
Teir tólv vinnararnir í hvørjum bólki spæla seg beinleiðis til HM-endaspælið.
Teir tólv tveyararnir skulu saman við fýra londum, sum koma við gjøgnum Nations League, spæla um fýra tey seinastu evropeisku plássini. Tað verður avgjørt í fýra bólkum við hálvfinalum og finalum.
Styrkisbólkur 1:
Frakland
Spania
Ongland
Portugal
Niðurlond
Belgia
Italia
Týskland
Kroatia
Sveis
Danmark
Eysturríki
Styrkisbólkur 2:
Ukraina
Turkaland
Svøríki
Wales
Pólland
Ungarn
Serbia
Grikkaland
Rumenia
Noreg
Slovakia
Kekkia
Styrkisbólkur 3:
Skotland
Slovenia
Írland
Albania
Norður Makedónia
Georgia
Finnland
Ísland
NorðurÍrland
Ísrael
Bosnia og Hersegovina
Montenegro
Styrkisbólkur 4:
Bulgaria
Luksemborg
Hvítarussland
Armenia
Kosovo
Kasakstan
Estland
Kypros
Føroyar
Lettland
Litava
Styrkisbólkur 5:
Moldova
Malta
Andorra
Gibraltar
Liktinstein
San Marino
Dystirnir í HM-undanbólkunum verða spældir frá mars til novembur í 2025.
HM-endaspælið í 2026 verður í USA og Kanada frá 11. juni til 19. juli í 2026.