

HM-undansending: Føroyar-Montenegro við fleiri samrøðum
26.11.2025Pætur Nolsøe reikaði fyri undansending í Trier í Týsklandi, har hann prátaði við áskoðarar, umboð fyri HSF, foreldur at landsliðsleikarum, stuðlar o.o. sum øll eru komin til Týsklands fyri at stuðla kvinnulandsliðnum í HM-endaspælinum.

FM1 í Dortmund (ljóð)
Vit hava sent úr Trier seinastu vikuna, men eru farnir víðari við landsliðnum til Dortmund, har miðumfarið verður spælt. Vit senda beinleiðis hvønn dag. Pætur Nolsøe og Ingi Samuelsen leggja til rættis


