Høgni Hoydal vil kanna ávirkanina av alivinnu á upsastovnin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, vil nú fáa til vega hagtøl, ið skulu greiða frá, hvussu nógvur seiður verður tikin í sambandi við tøku av alilaksi á føroysku firðunum.

Tað hevur áður verið frammi, at laksaaling í Føroyum kann hava neiliga ávirkan á upsastovnin undir Føroyum, tí at seiðurin nær ikki at vaksa seg til upsa, tí hann verður tikin saman við alilaksinum.

Í fyrispurningi til Høgna Hoydal vísti Jóhannies Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin á, at seiður svimur inn í alibrúkini, tí har er nógv føði at fáa, og at hetta samstundis hevði við sær, at seiðurin verður tikin saman við laksinum, tá laksurin skal virkast.

Tað er kortini trupult at siga, júst hvussu stórur trupulleikin er, og í hvønn mun hetta ávirkar upsastovnin í Føroyum, einfalt tí at ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar av hesum, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal vísir á, at alifyritøkurnar skráseta í ávísan mun sjálvar, hvussu nógv kilo av seiði verða tikin á hvørjum ári, men hesi tølini siga einki um, júst hvussu nógvan fisk talan er um, og sostatt vita vit heldur ikki, hvør miðalvektin er á seiðinum, sum verður tikin.

Høgni Hoydal vísir eisini á, at alifyritøkurnar vilja helst sleppa undan, at seiður svimur inn í alibrúkini, tí hetta verður roknað sum ein meirútreiðsla fyri felagið.

Ávísar royndir at basa laksalúsini, so sum aliskjúrt kring alibrúkini, hava havt við sær, at støðan við seiði í alibrúkunum er batnað.

Høgni Hoydal ger greitt, at um ábendingar eru um, at talan er um eina avjóðing fyri upsastovnin, er neyðugt at fáa hesi viðurskifti kannað, soleiðis at staðfestast kann, hvussu støðan er. Tí ætlar Høgni Hydal at taka málið upp við viðkomandi partar, soleiðis at málið kann verða lýst, og vísindaligt grundarlag og tøl kunnu fáast um viðurskiftini.

Men hóast eingi greið hagtøl eru fyri, hvussu alivinnan í Føroyum ávirkar upsastovnin, metir Havbúnaðarfelagið, at samlaða tøkan av seiði er undir 500.000 fiskar um árið. Hóast Havbúnaðarfelagið ikki kann gera nakra endaliga niðurstøðu um ávirkanin á upsastovnin, metir felagið, at talan er um áleið 1,47 prosent av samlaðu tilgongdini. Hetta er við støði í almennum tøkum frá Havstovuni, ið vísa, at miðal tilgongdin av eitt-ára gomlum seiði er okkurt um 34 milliónir fiskar um árið.

Í sambandi við fyrispurningin vísir Høgni Hoydal eisini á, at ætlanin er at seta eitt prosent av árliga tøkugjaldinum hjá laksavinnuni av til gransking.