Høgni og Turið ársins leikarar í hondbóltinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á hondbóltsgallaveitslu á Strondum í kvøld vóru ársins heiðrar latnir.

Ársins leikari hjá kvinnum gjørdist Turið Arge Samuelsen úr Kyndli, sum eisini var toppskjútti í kappingini og ársins álopsleikari.

Ársins leikari hjá monnum varð 18 ára gamli Høgni Heinason úr H71, sum eisini gjørdist ársins stjørnuskot.


Hesi fingu ymisku heiðararnar

  • Ársins leikari menn: Høgni Heinason úr H71
  • Ársins leikari kvinnur: Turið Arge Samuelsen úr Kyndli
  • Ársins venjari menn: Hjalti Mohr Jacobsen úr Kyndli
  • Ársins venjari kvinnur: Helgi Hoydal úr H71
  • Ársins dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Thomsen
  • Ársins stjørnuskot menn: Høgni Heinason úr H71
  • Ársins stjørnuskot kvinnur: Ró Reginsdóttir úr Neistanum
  • Ársins áleupari menn: Tobias Thiesen úr Kyndli
  • Ársins áleypari kvinnur: Turið Arge úr Kyndli
  • Ársins verjuleikari menn: Tony Weyhe úr KÍF
  • Ársins verjuleikari kvinnur: Bjarta Johansen úr Kyndli
  • Ársins málverji menn: Milenko Jelic úr KÍF
  • Ársins málverji kvinnur: Yui Shibuya úr Neistanum
  • Ársins toppskútti menn: Tobias Thiesen úr Kyndli við 182 málum
  • Ársins toppskjútti kvinnur.: Turið Arge úr Kyndli við 258 málum