Danska Tipsblaðið ger eitt sindur burturúr, at Brandur Hendriksson Olsen og danski áleyparin hjá Manchester United, Rasmus Højlund, báðir hava spælt fyri FC Keypmannahavn.
Ítróttarmiðilin skrivar, at Rasmus Højlund megnaði ongantíð at gerast hetja í FC Keypmannahavn – tað gjørdi Brandur Hendriksson harafturímóti – í hvørt fall ein seinnapart, skrivar Tipsblaðið, og sipar til donsku steypafinaluna í 2015, tá Brandur skoraði avgerandi málið fyri FCK, tá hann í longdu leiktíðini legði FCK framum 3-2 og gjørdist harvið steypahetja fyri danska høvuðsstaðarliðið.

Eftir landsdystin í gjár millum Danmark og Føroyar, sum endaði 2-0 til heimaliðið, býttu fyrrverandi FCK-spælararnir um troyggju, har Brandur, sambært Tipsblaðnum, greiddi Manchester United-stjørnuni frá sínari fortíð í FCK, men tað var ikki nakað, ið Rasmus Højlund beinleiðis mintist.
– Eg minnist hann ikki rættiliga, sigur Rasmus Højlund við Tipsblaðið.
Tíðindamaðurin hjá Tipsblaðnum royndi at greiða Manchester United-stjørnuni frá, at Brandur einaferð skoraði í einari steypafinalu fyri FCK.
– Okey, cool. Eg má hava havt fokus á onnur ting upp á hatta tíðspunktið, sigur Rasmus Højlund við einum skeivum smíli.
Í 2015 hevur Rasmus Højlund verið 13-14 ár, so tað er kanska fyrigeviligt.
Næsta uppgávan hjá Brandi Hendriksson Olsen verður fyrsti dystur í norsku Tippeliga´ini, tá Fredrikstad tekur heima ímóti Bodø/Glimt tann 1. apríl.
