Aftur í ár bresta danski Holger Rune og norski Casper Ruud saman í fjórðingsfinaluni í French Open.
Hetta verður sættu ferð, at teir báðir skandinavarnir hittast, og av teimum fimm ferðunum, ið teir hava spælt áður, hevur Ruud vunnið fýra dystir, meðan Rune hevur vunnið ein.
Tað var rættiliga ivasamt, hvussu langt Casper Ruud fór at megna at spæla seg í French Open í ár, eftir at seinasta hálva árið hevur verið sera ivasamt, og eisini hava avrikini á grúsi í ár verið ivasom.
Men sigast kann ikki annað enn at úrslitini til French Open hava verið sannførandi, og Ruud hevur bert tapt tvey sett higartil. Í fjórða umfari vann Ruud eisini í trimum settum á Nicolas Jarry úr Chile, sum fyri bert fáum vikum síðani sendi Ruud úr ATP kappingini í Geneve, sum hann eisini endaði við at vinna sjálvur.
Holger Rune hevur ikki havt eins sannførandi leið í fjórðingsfinalurnar. Sigrarnir í fyrsta og triða umfari vóru uttan hóvasták, men í øðrum umfari fekk Rune eitt walkover móti Gael Monfils orsakað av skaða, og í fjórða umfari í gjár móti argentinska Francisco Cerundolo mátti Rune djúpt niður í mentalu reservurnar at finna treystið til at sigra á stórspælandi argentinaranum.
Dysturin teirra millum mátti avgreiðast við einum super tie-break (ein tie-break, sum verður spældur upp í 10 í fimta setti), eftir at Cerundolo avbukaði Rune í fjórða setti.
Rune endaði kortini við at vinna tie-breakaran við støðuni 10-7.
Fjórðingsfinalan í morgin verður altso ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í French Open í fjør, sum Ruud vann eftir ein harðan tie-break í fjórða setti. Tann dysturin gjørdist kanska meira víðagitin fyri tað, sum hendi eftir dystin, enn sjálvt spælið, tá Ruud rysti við høvdinum eftir unga danskaranum, tí hann Ruud eitt heldur kølið lógvatak eftir dystin.
Eisini hevði Rune í fleiri førum rópt bæði eftir sínum egna venjarabonki og eftir dómaranum.
Spurningurin er kortini, um Ruud framvegis hevur yvirvágina í kappingini um at vera besti skandinavi í tennis. Á pappírinum hevur Ruud fleiri stig og er á fjórða plássi á ATP styrkilistanum, meðan Holger Rune er á sætta plássi.
Men seinast teir báðir brustu saman, sum var í hálvfinaluni í Rom í mei mánaði, vann Rune í trimum settum, har hann í triðja setti var greitt tann betri spælarin.
Hesaferð var lógvatakið nakað frægari.
Eftir dystin móti Cerundolo í gjár gjørdi Rune eisini greitt, at hann vónandi, at fjórðingsfinalan hesaferð kundi spælast við “minni drama”.
Fjórðingsfinalurnar í French Open eru:
Í dag:
Novak Djokovic v. Karen Khachanov
Carlos Alcaraz v. Stefanos Tsitsipas
Í morgin:
Alexander Zverev v. Tomas Etcheverry
Casper Ruud v. Holger Rune