Hollendska fótbóltssambandið (KNVB) eru blivnir hóttir við álopi av fleiri cyberkriminellum.
KNVB hava tí verið noyddir, at gjalda loysigjald til teldusníkar fyri at skáka sær undan, at alsamt fleiri trúnaligar upplýsingar verða stolnar.
Hetta játtar fótbóltssambandið til NOS.
Talan sigst, at vera um eina milión evrir, ið er goldið til teldusníkarabólkin LockBit, tó vil KNVB hvørki játta ella avnokta hendan partin.
KNVB boðar harafturat frá, at hetta hevur verið ein torfør avger, men at teir í síðsta enda valdu, at gera fleiri avtalur við teldusníkar eftir serkønari leiðbeining.
Hóast loysigjaldið er goldið, kemur KNVB við einari ávaring.
– Møguliga rúma tær stolnu upplýsingarnar persónligt dáta og útbýting av slíkum dáta, kann viðføra avleiðingar fyri privatlívinum hjá teimum, ið eru blandaði uppí.
– Hjá KNVB vigar tað í síðsta enda meir, at forða slíkari útbýting enn meginreglan um, at ikki lata seg troytast.
Hartil sigst talan, at vera um eitt avmarkað tal av involveraðum í hesum máli hjá KNVB.