EM-undanbólkur 6
Føroyar – Niðurlond 32-32 (18-14)
Í seinasta sekundi sveimaði Leivur Mortensen inn av veinginum og javnaði til 32-32. Harvið tryggjaði hann Føroyum eitt sera týðandi stig og gav høllini við Tjarnir eina góða byrjan sum heimavøllur hjá okkara hondbóltslandsliði.
Føroyar spældu ein frálíkan fyrra hálvleik. Elias á Skipagøtu og Óli Mittún stórspældu, og Hákun West av Teigum skoraði trygt av høgra vongi.
Í hálvleikinum førdi Føroyar 18-14, men Niðurlond ótu seg inn á okkum í seinna hálvleiki, og seinasta korterið av dystinum gekk sera javnt á og liðini skiftust um at vera frammanfyri.
Endin var sera spennandi, og tá ið Niðurlond eina ferð vóru framman fyri við tveimum málum, vísti høllin við Tjarnir seg í øllum sínum mæti og lyfti føroyska liðið upp aftur.
Hálvan minutt fyri tíð komu Niðurlond fram um 31-32. Men í yvirtali spæla vit tunt út til Leivur, sum skoraði, og so var ekstasa í høllini við Tjarnir.
Tað eina stigi, sum vit vunnu í dag, kann vísa seg at gerast ógvuliga týdningarmikið í royndini at spæla seg til EM-endaspælið.