Minst fimm fólk hava latið lív í eldunum, sum oyðileggja alsamt fleiri øki í Los Angeles. Yvir 100.000 fólk eru flutt burtur, og 400.000 húsarhald hava mist streymin.
BBC skrivar, at fólk flýggja av ótta, og at tað var fullkomin ruðuleiki, tá ið tveir nýggir eldar kyknaðu í nátt í økinum við Los Angeles. Ein var í Hollywood Hills nær Runyon Canyon, hin í økinum Acton.
Eldurin breiðir seg fleiri staðni, og sløkkiliðstyrlur royna at sløkkja logarnar. Fólk, ið eru flutt burtur úr húsum sínum, standa á gøtuni og hyggja.
Fleiri kend støð eru í vandaøkinum, har fólk eru biðin at flyta burtur. Eldslogarnir eru millum annað nær við Dolby-leikhúsið, har árliga handanin av Oscar-heiðurslønum fer fer fram. Eisini tey serkendu Hollywood Bowl og Hollywood Walk of Fame eru í vandaøkinum.
Higartil eru fimm fólk deyð í eldunum, og fyrr í nátt segði løgreglustjórin í Los Angeles, Robert Luna, at um tað ikki er eydnast at avmarka eldin, kann roknast við, at fleiri fólk fara at doyggja.
Myndugleikarnir hava boðað frá, at ætlaða handanin av Oscar virðislønum er útsett í tvey samdøgur. Eisini hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, avlýst eina ferð til Italia.