Flutningsfyritøkan Faroe Ship hevur vunnið stórar fyrimunir av at kunna samla skrivstovur, goymsluhøll og terminal á tí nýggju Skansabryggjuni í Havn, upplýsir Bogi P. Nielsen, stjóri.
“Skansabryggjan hevur gjørt stóran mun fyri okkara virksemi,” segði stjórin við FM1. “Her er gott pláss og góðar umstøður, og tað ger arbeiðið hjá okkum lættari, skjótari og smidligari – vit hava fingið optimerað kring terminalin, tað er styttri millum pakkhús og terminal, alt er meira savnað og meira streymlinjað, og vit fáa betur rørt okkum. So hetta er ein stórur fyrimunur fyri okkara tænastuveitingar og harvið okkara kundar.”
Sambært Faroe Ship er virksemið innan sjóvegis útflutning av fiskavørum rættiliga støðugt, hóast ein partur av laksaútflutninginum ídag fer beinleiðis við flogfari úr Føroyum. Tær stóru nøgdirnar av uppsjóvarfiski eiga ein týðandi lut í tí samlaða virkseminum.
Samstundis síggjast tekin um møguligan nýggjan vøkstur í innflutninginum.
“Uppsjóvarfiskurin fyllir nógv, tær nøgdirnar eru stórar,” segði Bogi P. Nielsen. “So har er nógv virksemi umframt tað vit hava av linjuflutningi. Síðan er fitt av laksi eftir at flyta sjóvegis, um enn í minni mongdum enn fyrr. Og botnfiskur er framvegis ein týdningarmikil partur, millum annað tað sum kemur úr Barentshavinum.”
“Tá tað kemur til innflutning hava vit jú sæð afturgongd í eina tíð,” legði Bogi P. Nielsen afturat. “Men har haldi eg vit nú hava tekn upp á at tað er við at venda uppeftir aftur innan ávísar vørubólkar. Tað er heldur tíðliga at gera niðurstøður enn, men tað kann hava okkurt at gera við byggivirksemi.”
Faroe Ship er leiðandi í Føroyum innan bingjuflutning bæði til import og export, við fýra regluligum komum og fráferðum um vikuna. Felagið hevur tvey nýggj og góð skip til endamálið, Dettifoss og Brúarfoss.
Umframt at vera partur av Eimskip samtakinum er Faroe Ship umboð fyri Maersk og hevur leingi havt samstarv har um bingjudepot. Eisini er Faroe Ship agentur fyri ymisk útlendsk skip ið vitja føroyskar havnir og hevur hartil samsigling við Royal Arctic Line í sambandi við vøruflutning til og úr Grønlandi.