Í dag verða fýra hondbóltsdystir í bestu deildunum spældir.
Vert er at leggja til merkis, at dystirnir verða spældir fyrr enn vanligt. Orsøkin er, at EM-finalan í manshondbólti verður spæld klokkan 17.00 í dag. Við at spæla dystirnar fyrr náa hondbóltsáhugaði bæði at síggja føroyskan hondbólt og HM-finaluna millum Danmark og Kroatia.
Dagsins dystir
SMS-deildin – Kvinnur
- Kl. 13.00 Kyndil – STÍF, í høllini á Hálsi
- Kl. 15.00 EB – Neistin, í høllini við Streymin
Burndeildin – Menn
- Kl. 15.00 KÍF – Neistin, í høllini í Kollafirði
- Kl. 15.00 Kyndil – STÍF, í høllini á Hálsi