Hondbóltskvinnurnar í styrkisbólki 3 til HM-lutakastið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku hondbóltskvinnurnar eru í styrkisbólki 3, tá ið kastast skal lut um, hvussu skal spælast í HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum verður í Týskalandi og Niðurlondum frá 26. novembur til 14. desembur. 32 lond fara at kappast, harav 18 eru úr Evropa.

Lutakastið verður hildið í Noordbrabants Museum í Niðurlondum hósdagin í næstu viku.

Føroyar eru í styrkisbólki 3 saman við Kekkia, Japan, Senegal, Íslandi, Argentina, Suðurkorea og Tunisia.

Í sterkasta styrkisbólkinum eru heimsmeistararnir úr Fraklandi, OL-meistararnir úr Noreg umframt Danmark, Týskland, Niðurlond, Ungarn, Svøríki, og Montenegro.

Tað er frammanundan avgjørt, at Føroyar spæla í HM-bólki D í týska býnum Trier, sum er ein av elstu býum í Týsklandi. Hann er nær við markið til Luksemborg, og har búgva umleið 110.000 fólk.


Styrkisbólkar HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti 2025

Styrkisbólkur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Týskland, Niðurlond, Svøríki, Ungarn, Montenegro

Styrkisbólkur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola

Styrkisbólkur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia

Styrkisbólkur 4: Kina, Kroatia, Egyptaland, Uruguai, Kasakstan, Paraguai, Kuba, Iran