Avgerandi HM-undandystur í hondbólti, kvinnur (seinni dystur)
Litava – Føroyar 30-29 (14-11) (Samlað 56-65)
Føroyska hondbóltslandsliðið í hondbólti hevur, sum tað fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð, spælt seg til eitt endaspæl um heimsmeistaraheitið.
Tað hendir, hóast kvinnur taptu seinna dystin 30-29. Samanlagt vunnu Føroyar 65-56 og spældu seg greitt til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi og Niðurlondum í desembur.
Dysturin í dag var eitt sindur trilvandi, og Litaviska liðið gjørdi fyrst í dystinum eina veruliga roynd at hála føroysku tíggjumálsleiðsluna fyrra dystinum inn aftur. Litava fór við teirra verju langt fram í okkara uppspæl, og tað órógvaði nokk so nógv, umframt at okkara kvinnur eisini brendu nógv skot.
Einaferð førdi Litava 10-6, og um ikki Rakul Wardum stóð so væl í málinum, so kundi støðan verið enn og verri.
Litava kom kortini ikki nærri. Seinna part av fyrra hálvleiki, og fyrst í seinna hálvleiki spældu føroysku kvinnurnar seg fyrst upp á javnt og so fram um við timum málum tíðliga í seinna hálvleiki.
Nú var HM-luttøkan tryggjað, og hóast endin varð, at Litava vann 30-29, so er enn ein týðandi kapittul skrivaður í føroyskari ítróttasøgu.
Hjartaliga til lukku Føroyar.
Avgerandi HM-undandystur í hondbólti, kvinnur (seinni dystur)
Litava – Føroyar 30-29 (14-11) (Samlað 56-65)
Føroyar:
- Elsa Egholm 2
- Marita Mortensen
- Bjarta Osberg Johansen
- Rannvá Olsen 3
- Súna Krossteig Hansen
- Brynja Høj
- Liv Bentsdottir Zachariasen 1
- Pernille Brandenborg 3
- Maria Palsdottir Nólsoy 4
- Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
- Karin Egholm 1
- Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5
- Jana Mittún 4
- Fríða Nolsøe Olsen
- Silja Arngrímsdottir Müller (má)
- Rakul S. Wardum (má)
Útvísingar: Elsa Egholm, Bjarta Osberg Johansen, Brynja Høj, Lív Bentsdóttir Zachariassen, Maria Pálsdóttir Nolsøe.