Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla í HM-bólki D í týska býnum Trier, tá ið HM-kappingini verður spæld í novembur og desembur í ár. HM-endaspælið verður spælt í Týsklandi og Niðurlondum.
Trier er ein av elstu býum í Týsklandi. Hann er nær við markið til Luksemborg, og har búgva umleið 110.000 fólk.
IHF skrivar, at týska hondbóltssambandið sendi ein fyrispurning til IHF, um at fáa Føroyar at spæla í Trier, og tað eftirlíkaði IHF.
Týskland tryggjar, at nóg mikið av atgongumerkjum verða tøk til allar føroyskar fjepparar, hóast sølan til innleiðandi umførini gongur sera væl. Trier Arena hevur pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum.
Sambært heimasíðuni hjá týska landsliðnum, verður lutakastið til bólkarnar hósdagin 22. mai.
Hóast bara tíggju dagar eru til lutakastið, eru styrkibólkarnarnir ikki gjørdir enn.
Lond í 2025 HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti
Evropa: Eysturríki, Kroatia, Kekkia, Danmark, Føroyar, Frakland, Týskland, Ungarn, Ísland, Montenegro, Niðurlond, Noreg, Pólland, Rumenia, Serbia, Spania, Svøríki og Sveis
Afrika: Angola, Egyptaland, Senegal og Tunesia
Asia: Iran, Japan, Kasakstan, Kina, Suðurkorea
Suður- og Miðamerika: Argentina, Brasil, Paraguai, Uruguai
Norðuramerika og Karibia: Kuba
