Hondbóltslandsdystirin er longu klokkan 13.00

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vilnius í Litava 10. novembur kl. 13.00
EM-undanbólkur 6: Ukraina – Føroyar (Sjónvarpið vísir dystin beinleiðis)

Dagsins landsdystur hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti móti Ukraina verður helst munandi truplari enn dysturin móti Kosovo, sum Føroyar mikukvøldið vunnu 32-21 í høllini á Hálsi.

Hóskvøldið tapti Ukraina bara við einum málið 40-39 á útivølli móti Niðurlondum, sum verður mett at vera sterkasta liðið í bólki 6. So tað í lítið at ivast í, at okkara menn skulu spæla upp til sítt allarbesta, um stig skal fáast burturúr í dag.

Fríggjadagin kom føroyska ferðalagið til Vilnius í Litava, har Ukraina spælir hendan heimadystin, orsaka av krígnum í heimlandinum. Ein venjing var fríggjkvøldið, og leygardagin fingu okkara menn tær seinastu taktisku detaljurnar upp á pláss.

Einki er at frætta um skaðar í føroyska hópinum. Rói Ellefsen á Skipagøtu kemur inn í dystarhópin fyri Bjarna í Selvindi.

Ukraina er eitt av londunum, sum Føroyar oftast hava spælt oftast móti seinnu árini. Sambært Handballstatz hava Føroyar spælt sjey landsdystir móti Ukraina síðan 2019. Ukraina hevur vunnið seks. Men seinast londini møttust, á várið í 2023, vunnu Føroyar sera týðandi EM-undandyst á veg til Berlin í høllini á Hálsi 33-26.

Dysturin á Handballstatz

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

Mynd: Gylvi Fritsson