Hondbóltslandsliðini fáa nýggja landsliðstroyggu í til HM og EM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku landsliðini í hondbólti fáa nýggjar spælitroyggjur til HM-endaspælið hjá kvinnum í desembur og EM-endaspælið hjá monnum í januar.

Í novembur kemur nýggja klædnarøðin hjá landsliðunum í hondbólti á marknaðin, og sostatt mugu teir túsundtals føroyingarnir, sum fara til Týsklands og Oslo at stuðla okkara hondbóltshetjum ogna sær nýggja spælitroyggju, um tey skula hava eina líka, sum landsleikararnir spæla í.

Hondbóltssambandið, Select og Sport24 hava longt klædnasáttmálan fram til 2030. Sáttmálin er millum tríggjar partar: HSF, Select og Sport24, sum umboðar Select í Føroyum.

Samstarvið millum HSF og Select byrjaði í 2014 og hevur sostatt 11 ár á baki. Danska fyritøkan, sum varð stovnað í 1947, er søguliga kend fyri sínar dygdargóðu bóltar, men hevur seinastu mongu árini eisini framleitt eitt breitt úrval av ítróttaútgerð og klæðum.

Herfyri vóru sáttmálapartarnir samlaðir í Føroyum. Henrik Kjærgaard úr Select, Gunn Ellefsen úr HSF og Rúni Mohr úr Sport24 skrivaðu undir nýggja sáttmálan.

Føroysku landsliðsleikararnir, Súna Krossteig Hansen og Rói Ellefsen á Skipagøtu, vóru eisini til staðar.