Lutakast hevur í dag verið í Keypmannahavn, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping til evropeiska endaspælið, ið næstu ferð verður hildið í Danmark, Norra og Svøríki.
Hesi áðurnevndu trý londini – saman við EM-vinnaranum, Fraklandi – sleppa beinleiðis til EM-endaspælið, meðan hini 32 londini skulu spæla um at koma í endaspælið.
Føroyar endaðu í bólki seks saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo.
Út av teimum 32 londunum, so sleppa 20 lond við í EM-endaspælið, saman við Fraklandi, Danmark, Norra og Svøríki.
Serbia endaði í fyrstu syftu í bólki seks, men av tí at Kosovo longu var í bólki seks, so mátti endurlutakast til, so Serbia fór í annan bólk, har Kosovo ikki var í, og tað gjørdist bólkur fýra. Tað er av politiskum ávum, at EHF hevur avgjørt, at hesi bæði londini ikki kunnu vera í bólki saman.
Dystirnir verða spældir soleiðis:
1 umfar: Mikudagin 6. – hósdagin 7. november 2024
2 umfar: Leygardagin 9. – sunnudagin 10. november 2024
3 umfar: Mikudagin 12. – hósdagin 13. mars 2025
4 umfar: Leygardagin 15. – sunnudagin 16. mars 2025
5 umfar: Mikudagin 7. – hósdagin 8. mai 2025
6 umfar: Leygardagin 11. mai 2025
