Hondbóltssamband Føroya fær 784.000 krónur ella nærum helvtina av teimum 1,6 milliónum krónunum, sum Úrval letur føroyskum úrvalsítrótti í 2025. Tað boðar nevndin í Úrvali frá á heimasíðuni hjá Ítróttasambandinum.
Nevndin í Úrvali hevur tikið avgerðina, grundað á umsóknir frá sambondunum, ið hava prógvað sítt høga støði og arbeiða miðvíst við at menna íðkarar og lið.
Stuðulin er býttur millum sjey ítróttagreinar, sum allar hava fingið sín part av játtanini.
Úrval letur:
- Bogaskjótisamband Føroya: 181.000 kr
- Fimleikasamband Føroya: 30.000 kr
- Føroya Styrkisamband: 168.000 kr
- Frælsur Ítróttur Føroya: 105.000 kr
- Svimjisamband Føroya: 276.000 kr
- Taekwondosamband Føroya: 56.000 kr
Stuðulin er ætlaður at stimbra vøksturin í føroyskum ítrótti og geva íðkarum betri møguleikar fyri at røkka altjóða úrslitum.
Ein týðandi broyting í ár er, at Úrval ikki longur veitir beinleiðis stuðul til einstakar íðkarar ella lið, men heldur letur stuðulin til sambondini, sum hava ábyrgdina av at býta peningin víðari.
Umsóknir vóru fyri tilsamans 10,1 milliónir krónur, men avmarkaða upphæddin hevur við sær, at ikki allar umsóknir kunnu verða játtaðar uttan tillagingar.
Býtið er grundað á innihaldið í umsóknini, talið av umsóknum, og um úrslitini eru á altjóða úrvalsstøði. Henda meting skal tryggja rættvíst stuðulsbýti.