Mánadagin varð eitt mál tikið upp til dóms, har tveir menn eru ákærdir fyri at hava framt grovan harðskap móti tveimum monnum í miðbýnum í Havn 27. Februar í fjør.
Støða verður tikin bæði til skuldarspurningin og revsispurningin 26. juni.
Tað serliga við hesum málinum er, at eftir harðskapstilburðin almannakunngjørdi løgreglan sjónbandaupptøkur á Facebook frá tilburðinum, tí løgreglan sóknaðist eftir at vita, hvørjir menninir vóru, sum tóku lut í harðskapinum.
Sjónbandið vísti tað, sum sá út sum ein hópbardagi við springvatnið í miðbýnum, men løgreglan tók sjónbandið burtur aftur heilt skjótt.
Á sjónbandinum vóru rættiliga nógvir ungir menn innblandaðir í bardaganum, men bert tveir teirra sótu mánadagin á ákærubonkinum. Teir báðir eru millum annað ákærdir fyri at hava kastað eitt glas í andlitið á øðrum av teimum órættaðu, men harumframt eru teir eisini ákærdir fyri at hava sparkað og sligið teir órættaðu í kropp og høvd, meðan hesir hava ligið niðri.
Hendan seinna ákæran – at hava sligið og sparkað – er sambært Inga Midjord, ákæra, framd “við øðrum ókendum gerningsmonnum”, og av somu orsøk kann staðfestast, at løgreglan fann ikki fram til allar partar í harðskapsmálinum við at almannakunngera sjónbandið frá orrustuni.
Tað var í kjalarvørrinum á hesari harðskapshendingini, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, aftur eftirlýsti at fáa vakmyndatól sett upp í miðbýnum í Havn.
Við Kringvarpið segði Heðin Mortensen tá, at hann hevði verið í samskifti við løgregluna, sum eisini ynskti at fáa vakmyndatól sett upp í miðbýnum.
-Tíðin er komin til at vit mugu verja okkara borgarar og fólk, sum ganga í býnum, frá at koma illa fyri, segði Heðin Mortensen.