Føroyskir fiskaútflytarar hava góðar umstøður tá tað kemur til at senda farm til keyparar í útlondum, við ikki færri enn sjey sjóvegis og 10 loftvegis avskipingum um vikuna.
“Kappingin er gróthørð,” staðfesti Halgir Dahl Olesen, stjóri á Smyril Line Cargo í samrøðu við FM1. “Fiskaútflutningurin fær eisini eina framúr góða tænastu, serliga tá vit umhugsa tað samlaða útboðið. Vit og okkara kappingarneytar innan sjóflutning avskipa heilar sjey ferðir um vikuna – mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag.”
Tá er farmaflúgvingin hjá FarCargo, heilar 10 ferðir um vikuna, ikki íroknað.
Er høgur kapacitetur í dag innan farmaflutningin, so verður hann sannlíkt enn hægri innan fyri tey komandi tvey árini. Tá fær Smyril Line Cargo tvey nýggj og munandi størri roll-on/roll-off farmaskip at avloysa tvey av teimum eldri núverandi trimum ro-ro skipunum felagið hevur í sínum flota umframt Norrönu.
Harumframt verður tann nýggi Smyril Line terminalurin á Molanum væntandi klárur í mai 2026.
“Vit rokna við at fáa munandi betri arbeiðsumstøður við tí nýggja terminalinum,” segði Halgir Dahl Olesen. “Fleiri rampar, betri logistikkur, meira pláss – tað fer at gera tað munandi meira arbeiðsligt fyri okkum. Hetta fer at betra okkara tænastu, og við teimum nýggju skipunum fáa vit flutt dupult so nógvan farm við sama innsatsi í mun til nú. So okkara kundar kunnu gleða seg. Eisini tí vit samstundis fáa frígjørt kapacitet til at menna nýggjar tænastur – so vit eru longu í ferð við at hyggja eftir nýggjum marknaðum í tí samanhanginum.”
Smyril Line Cargo fokuserar í sínum farmaflutningi burturav á ro-ro, sum merkir at fraktin verður rullað umborð og av skipunum við trailarum, og ikki stáplað og lossað sum bingjur. Hetta ger flutningin dýrari men ofta eisini skjótari og tryggari – farmurin verður betur vardur móti møguligum skaða sum kann uppstanda undir flutningi.
“Vit hava ein flota upp á umleið 1.000 trailarar, harav helvtin er frystitrailarar,” legði Halgir Dahl Olesen afturat. “Vit hava lagt okkum eftir ro-ro flutningi, og tað eisini ger okkara tænastu øðrvísi.”