,

Hørð kapping um javn­að­ar­at­kvøður til býráðsvalið í Havn

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Greining: Fýra umboð hjá Javnaðarflokkinum í býráðnum í Havn eru á nýggja listanum, sum kallar seg Kommunulistin.

Listin stillar upp til býráðsvalið 12. november.

Í fráboðanini verður sagt, at talan er um ein ópolitiskan lista, men skjótt sæst, at her er talan um ein altternativan lista til listan hjá Javnaðarflokkinum til býráðið, fyltur við øðrum nøvnum, sum ikki øll koma úr Javnaðarflokkinum.

Tað hevur í langa tíð ikki verið dulsmál, at ein slíkur listi var ávegis eftir stríð innanhýsis í Javnaðarflokkinum.

Kári Johansen, formaðurin í Havnanevndini og í stýrinum fyri SEV, var tann fyrsti, sum boðaði frá sínari ómnøgd alment og segði, at hann fór av listanum hjá Javna ðarlistanum og í Framsókn.

Seinni kom fram, at hvørki Súna Mørk, Bjørg Dam, ella Tróndur Sigurðsson vóru á Javnaðarlistanum.

Á Kommunulistanum síggjast eisini onnur kend nøvn, sum ikki hava stillað upp fyri Javnaðarflokkin, men hava verið virkin í øðrum flokkum.

Stríðið í Javnaðarflokkinum snýr seg fyrst og fremst um persónar. Heðin Mortensen stillar upp til komandi val, og hetta hóvar ikki teimum, býráðslimunum, sum nú stilla ipp á Kommunulistanum.