Hørður Askham fer til AB

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hørður Askham verður ikki at síggja í HB-búnanum meira hetta kappingarárið, og hann skiftir til danska felagið AB, har hann hevur skrivað undir 2-ára sáttmála.

Hetta sigur HB í dag.

Síðan Hørður Askham kom til HB í 2019, er tað blivið til 116 dystir og átta mál á besta liðnum, har hann eisini hevur verið við til at vinna FM-heitið í 2020 og Løgmanssteypið í 2019 og 2020.

Hesi árini er Hørður Askham eisini vorðin partur av landsliðnum, har tað íroknað vinardystir er vorðið til 11 dystir.

-Eg havi notið hvørt sekund, eg havi spælt við HB, og tað hevur verið ein ótrúlig uppliving at umboða felagið í næstan fimm ár, sigu Hørður Askham í viðmerking til heimasíðuna hjá HB.

-Eg vil gjarna takka fólkunum runt um felagið, liðfelagum, venjarum, liðleiðarum og ikki minst viðhaldsfólkunum fyri eina fantastiska tíð. Eg komi at fylgja væl við HB í framtíðini, og vóni at nógv steyp koma afturat, sigur Hørður Askham.