,

Hørður fær kvinnu sum venjara

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

AB í Danmark, har Hørður Askham hevur sína dagligu gongd, skrivar søgu.

Liðið hjá Hørðuri, Akademikernes Boldklub, hevur fingið ein nýggjan fyribils venjara. Fabiana Alcalá er nýggjur venjari hjá AB, og tað er fyrstu ferð nakrantíð í danskari fótbóltssøgu, at ein kvinnu er venjari hjá einum liði, sum spælir í hægri fótbóltsdeildunum í Danmark.

Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Leiðslan í AB misti herfyri álitið á David Roufpanah, sum varð sagdur í starvi, og nú er greitt, at Fabiana Alcalá kemur fyribils í hansara stað, sum skal standa við róðrið komandi dyst, tá AB skal spæla ímóti Nykøbing FC.

Tað er tó ikki greitt, hvussu nógvar dystir hon fær sum fyribils venjari hjá AB, tí felagið hevur funnið ein nýggjan høvuðsvenjara í íslendska Joey Guðjónsson, sum síðan januar í 2022 hevur verið hjálparvenjari á íslendska A-landsliðnum.

Hann hevur skrivað ein trý ára sáttmála við AB, og byrjar í starvinum í næstum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá AB.

Hørður Askham og AB liggja aftast uppflytingarendaspælinum í donsku 2. deild.