Besta kvinnudeildin eitur nú Hotel Djurhuus deildin og besta mannsdeildin eitur Polestar deildin, boðar Flogbóltssamband Føroya frá.
–Undir stórsteypadystinum í Flogbólti á Sandi í dag ímillum bestu kvinnuliðini hjá Drátti og Fleyr, undirskrivaðu Hotel Djurhuus, Wenzel, sum selur Polestar bilarnar, og Flogbóltssamband Føroya eina avtalu um bestu flogbóltsdeildirnar, sigur FBF í tíðindaskrivi.
Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus, Gunnar Nielsen frá Wenzel og Peter Hom frá Flogbóltssambandi Føroya undirskrivaðu avtalurnar.
–Hetta merkir at næstu árini fer besta deildin hjá kvinnum at verða nevnd Hotel Djurhuus deildin og besta deildin hjá monnum verður nevnd Polestar deildin, sigur FBF.
–Fyri Flogbóltssamband Føroya hevur tað alstóran týdning at vit hava funnið nýggjar deildarstuðlar, nú trý ára samstarvið við Føroya Tele endaði.
–Vit eru takksom fyri at Hotel Djurhuus og Wenzel ynsktu at taka yvir, og vit gleða okkum at samstarva við hesar fyritøkurnar næstu árini, sigur Peter Holm, formaður í FBF.
Tann nýggja sponsor avtalan skal byrja 22. september.