, ,

Hótta við rættar­máli fyri at steðga út­bygg­ing á Tvør­oyri

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Áhugafelagið ‘Livilig kor’ hóttir nú alment við at fara í rættin fyri at steðga tí útbygging sum Varðin Pelagic hevur fingið loyvi til at gjøgnumføra á Tvøroyri.

Áhugafelagið sigur seg hava fingið við sær ein leiðandi danskan advokat, og sigur at “tað er ikki óhugsandi at P/F Varðin Pelagic leggur endurgjaldskrav mótvegis landinum,” um tann ætlaða útbyggingin verður steðgað sum úrslit av einum rættarmáli.

“Fær P/F Varðin Pelagic sítt virksemi góðkent og endaligt byggiloyvi til ætlanina um bygging av lýsi- og mjølverksmiðju á havnarlagnum á Tvøroyri, verður málið stevnt,” skrivar áhugafelagið í einum lesarabrævi. “Vit vóna tó at løgtingið virðir fólkaræðisligu skipanirnar, roynir at bøta um mistøkini tað framdi í 2013 og steðgar byggiætlanunum,” stendur víðari at lesa.

“Byggiætlanirnar eru í bíðistøðu nú, tí Umhvørvisstovan hevur gjørt av at alt virksemið hjá P/F Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri skal hava nýggja umhvørvisgóðkenning,” staðfestir áhugafelagið. “Somuleiðis hevur Yvirfriðingarnevndin latið málið frá 2013 upp aftur, tí hon nýliga hevur funnið uppaftur fleiri løgfrøðilig ivamál í sambandi við upprunaliga byggiloyvið – sum um serlóggávan ikki var nóg mikið.”

Áhugafelagið vísir síðani til tann kenda danska advokatin Håkun Djurhuus og sigur at hesin er tilreiðar at taka sær av møguligari stevning móti avvarðandi myndugleikum.

“Men um myndugleikar okkara gera av at síggja burtur frá øllum býarskipanarligum grundreglum og farið verður undir at fremja byggiætlanina, er felagið til reiðar við fremsta umhvørvisadvokati í danska ríkinum,” ljóða boðini.

“Talan er um Håkun Djurhuus hjá danska advokatfelagnum Lundgrens. Håkun Djurhuus hevur, sum navnið gevur ábendingar um, føroysk ættarbond, men tað er í fyrsta lagi hansara holla servitan í umhvørvisrætti og almennum rætti sum Livilig kor hava áhuga í. Felagið hevur latið honum alt tilfarið heilt aftur til tá P/F Varðin Pelagic bygdi í 2013.”

Tær broytingar sum ein meiriluti í Løgtinginum samtykti í 2013, vóru sambært ‘Livilig kor’ í stríð við heimastýrislógina og stýrisskipanarlógina umframt donsku grundlógina; tó er málið higartil ikki lagt fyri nakran rætt.

“Nú eru grannarnir hjá P/F Varðanum Pelagic á Tvøroyri tó so kroystir, at um eisini hetta sum nú er í umbúna skal trýstast ígjøgnum, so fara vit í rættin,” leggur áhugafelagið afturat. “Tá verður sjálvsagt farið heilt aftur til 2013, og endin kann væl verða at alt skal rullast aftur, so at byggiloyvið sum tá varð latið má strikast. Hvørjar avleiðingar tað fær er ikki greitt, men tað er ikki óhugsandi at P/F Varðin Pelagic leggur endurgjaldskrav mótvegis landinum, og tað verður ongin smávegis upphædd.”