Í B36 Varpinum hósdagin kl 16, vitjar Jóannes Jakobsen, høvðusungdómsvenjari.
Jóannes er millum teir kendastu persónarnar í føroyskum fótbólti, har hann hevur havt nógvar ymiskar leiklutir. Vit fara at venda nøkur av hansara sjónarmiðum um venjing, og venjing av børnum og ungum. Og vit fara eisini at gera nakað burturúr nøkrum av hansara mongu royndum úr fótbóltsheiminum, har vit seta nakrar av teimum í relatión til hansara starv sum høvðusungdósvenjari í B36.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.