Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur: – Hetta er eitt stórt vónbrot
31.10.2026Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen staðfesti aftaná 0-1 tapið fyri AB og staðfestu niðurflytingina eitt stórt vónbrot. Hann heldur tó, at hansara leikarar hava víst góðan hugburð síðani hann tók við høvuðsvenjarastarvinum. Liðið hevði bert sjey stig, tá Tór-Ingar Akselsen tók við starvinum í summar. Hann heldur tó, at felagið er somikið væl fyri, at talan verður um eina skjóta endurvendan til bestu deildina aftur.