

Hoyr Anniku, Annu Elisabeth, Karin og landsliðsvenjaran taka samanum tapið fyri Íslandi
22.11.2025Hoyr samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi við Anniku Fríðheim Petersen, Annu Elisabeth H. Weyhe, Karin Egholm, og landsliðsvenjaran, Claus Mogensen um trímálstapið fyri Íslandi. Tey fýra eru varnir optimistar undan HM-endaspælinum í Trier í Týsklandi, har Montenegro, Spania og Paraguay bíða í innleiðandi bólkaspælinum. Mynd: Sverri Egholm.

FM1 í Dortmund (ljóð)
Vit hava sent úr Trier seinastu vikuna, men eru farnir víðari við landsliðnum til Dortmund, har miðumfarið verður spælt. Vit senda beinleiðis hvønn dag. Pætur Nolsøe og Ingi Samuelsen leggja til rættis











